Główna » Aplikacja » Produktywność » Samleikin
Samleikin ikona

Samleikin

3.4.0 for Android

Talgildu Føroyar

Opis Samleikin APLIKACJA

Samleikin er tryggi lykilin til talgildar tænastur hjá øllum føroyingum. Samleikin gevur tær talgilda innritan og undirskrift í einum.

Við Samleika appini kanst tú rita inn á talgildu tænasturnar, ið brúka Samleikan, m.a. Vangan (vangin.fo). Í staðin fyri at skriva loynitalið á eina innritanarsíðu, skrivar tú tað í appina. Samleikin kann brúkast á snildtelefonum og teldlum.

Tú mást hava ein skrásettan Samleika fyri at brúka appina. Tú kanst senda umsókn um Samleika beinleiðis við appini ella við at møta upp á Staravegi 9 í Havn. Fyri at bíleggja Samleikan krevst, at tú er fylt/ur 15 ár, hevur føroyskt p-tal og samleikaprógv við hondina.

Tá ið Samleikin er skrásettur, liggur hann á tíni eind, og tú hevur fult tamarhald á honum.

Tá ið tú hevur hentað appina, kanst tú velja um, um tú vilt hava hana á føroyskum ella enskum.

Samleikin skal brúkast hvørja ferð, tú ritar inn á talgildar tænastur. Samleikin er trygg loysn, ið livir upp til trygdarkrøvini hjá ES, eIDAS. Tøknin byggir á fleirstigaða góðkenning og hetta merkir, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:

1. at tú skal hava Samleika appina hjá tær fyri at góðkenna innritanina
2. at tú skal skriva loynitalið, ið tú hevur valt.

Samleikin er lykilin til talgildar tænastur. Tú skal fyrst á síðuna, ið tú vilt rita inn á. Tá ið tú ritar inn á talgildu tænastuna, sendir Samleikin tær eini boð á tína eind. Tá ið tú fer inn á Samleika appina, kemur ein mynd fram, ið skal vera sama mynd, sum tú sært á síðuni, ið tú ritar inn á. Síðani skrivar tú títt persónliga loynital.

Samleikin er partur av Talgildu Føroyum.

Samleikin APLIKACJA 3.4.0 Update

2021-02-16
We have done small changes to the user interface.

We continuously update the app. Please update in order to get the best experience.

Samleikin Tags

Additional Information

Kategoria: Darmowe Produktywność Aplikacja

Data Publikacji:

Uploaded by: Si Thu Maw

Ostatnia Wersja: 3.4.0Dostępne Samleikin aktualizacje

Available on: Pobierz Samleikin z Google Play

Wymagania: Android 5.0+

Raport: Oznacz jako nieodpowiednie

Advertisement
 
Previous versions
Podobne do Samleikin
More From Talgildu Føroyar
Discover App
Wczytywanie komentarzy...
Bądź pierwszym komentującym.
Wyszukiwanie...